Stuðla byggingini av nýggja missiónshúsinum

Góðu tit øll.

Sum flestum kunnugt hevur í fleiri ár verið arbeitt við at fyrireika byggingina av einum nýggjum missiónshúsi í Gøtu og loksins byrjaði byggingin í oktober 2016.

Arbeiðið hevur gingið væl síðan tá, men fyri at alt húsið kann gerast liðugt, er neyðugt við góðum stuðli og peningagávum frá missiónsfólki og vinum, og vilja vit tí heita á tykkum øll um at stuðla eftir førimuni, soleiðis at húsið í fyrstu atløgu kann verða innilokað.

Til ber at flyta eina peningaupphædd ella at stovna eina fasta flyting á kontonummar:
6460-179.452.5 í BankNordik.

Hjartaliga takk fyri tykkara stuðul.

Sí fleiri myndir niðanfyri.