Felagssunnudagsskúli í Sarpugerði 21. juni

Sunnudagin 21. juni kl. 12:15-14:15, bjóða Bethania og Filadelfia til felagssunnudagsskúla í Sarpugerði.

Á skránni verður søga, sangur, matur, spøl og kappingar.

Eisini verður fótbóltsdystur millum FC Bethania og FC Filadelfia.

Evnið: Jesus elskar øll menniskju! (Jóh. 3, 16)

Øll eru hjartaliga vælkomin.