Heilsan frá missiónshúsinum
Hey øll somul, gott nýttár og tøkk fyri tað gamla!
Nú er langt síðani vit kundu samlast og hava møti og hetta sær næstan soleiðis út, at hetta bara heldur fram. Vit mugu biðja fyri at vit øll hava tað gott og at vit skjótt kunnu samlast aftur.
Tó er ein glotti hetta vikuskiftið, har stórmøtini eru á netinum. Vit hugdu í gjárkvøldið og hetta var eitt sera gott møti. Møti verður aftur í kvøld kl. 20 og sunnukvøldið kl. 18.
Møtini síggjast á trubodin.fo og á Rás1.
Vit síggjast skjótt!
Vh. Andras
