Jólaheilsan frá Missiónshúsinum
Tað verða eini øðrvísi jól, vit fara at halda í ár, orsakað av tilmælunum frá myndugleikunum. Tó fara vit at sleppa í kirkju aftur 2. jóladag. Hesi seinastu árini hava vit ikki havt nakað møti um jólini. Tó hava vit havt eina nýggjárs- og sjómansveitslu millum jól og nýggjár, og henni hava fólk tikið væl undir við. Nú, tá ið tilmælini aftur vórðu herd, tóku vit avgerð, um ikki at hava nakra veitslu í ár. Sambært tilmælunum nýtast vit ikki at avlýsa nakað møti, í og við at vit ikki hava nakað møti fyrr enn sunnudagin 3. januar aftur.
Nøkur orð um jólini:
Spyrja vit, hvat tað er, sum ger, at vit fáa so nógv vakurt at síggja hesa tíðina, so verður svarið, sum vit vita, at tað eru jólini. Fólk siga ofta, at jólini eru berur handil; nakað er um tað. Men lat okkum heldur siga, at tað er ein gleði, sum til allar tíðir, síðani Jesus var føddur, hevur rátt millum menniskju í tí kristna heiminum, og henda gleðin mátti fram. Tá ein er glaður, so plagar tað at kunna síggjast. Og tá ið ein er glaður, verða ofta onnur drigin við inn í hesa gleði. Vit eru sum kristin fólk glað um, at Jesus Kristus kom í heimin. Henda gleði kemur til sjóndar í tí, at vit vilja gleða onnur við t.d. gávum, heilsanum o.ø.
Tað er kærkomið fyri fólk at fáa eina tíð á árinum, sum soleiðis fær okkum at hugsa meiri um onnur. Tí mong hava nóg mikið í sær sjálvum, mong eru fylt av ótta, tí alt er so ótrygt, siga tey. Men jólaevangeliið, sum er upphavið til gleðina, sigur frá, at menniskju eiga ikki at óttast, tí vit hava fingið tey stóru gleðiboðini: Okkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! Hetta var tann stóra gávan, Gud gav menniskjanum. Vit treingja øll til at eiga ein frelsara, og vit hava øll gott av at hava ein annan harra enn okkum sjálvi. Tað er ikki bara hjá børnum, at hetta er galdandi; tey vaksnu kunnu eisini vera við saman við børnunum.
At enda skulu vit í stýrinum fyri Missiónshúsið í Gøtu ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár við tøkk fyri tað brátt farna.
Vit síggjast komandi ár!
