Kunning viðvíkjandi Covid-19
Nú latið er meiri upp í sambandi við koronatilmælini, so upplýsir kirkjuráðið, at nú verður aftur farið í kirkju sum fyrr. Tað er, at sunnudagsskúlabørnini møta í kirkjuni og eftir sangin fyri prædikuna, fara tey niður í kjallaran á sunnudagsskúla, júst sum tað var fyrr.
Ungdómsmøtini kunnu eisini verða sum fyrr.
Sunnukvøldsmøtini kunnu verða sum fyrr, tó verður einki møtið nú sunnukvøldið 22. august. Ungdómsmøtið verður sum vant.
Stóra tøkk fyri!
