Vælkomin á missiónsviku 18.-25. feb.

 

Møtini verða í kirkjukjallaranum við Gøtugjógv. Bønarløta er hálvan tíma áðrenn møtini.
Tekniborð er til børnini og aftaná møtini er drekka.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Skrá fyri møtini:

Sunnukvøldið 18. feb. kl. 17:00
Familjumøti við Hans Futtrup Mikkelsen.
Nátturði verður eftir møtið.

Mánakvøldið 19. feb. kl. 19:30
Møti. BB-menn skipa fyri.

Týskvøldið 20. feb. kl. 19:30
Møti við Margeir Toftegaard.
Mannskórið í Fuglafirði syngur.

Mikukvøldið 21. feb. kl. 20:00
Føstugudstænasta í Gøtu Kirkju.
Símun Person Jacobsen, prestur, prædikar.

Hóskvøldið 22. feb. kl. 19:30
Møti við Pól Johannesen.
Menn frá KFUM & K úr Klaksvík syngja.
Innsavnan til Heimamissiónina.

Fríggjakvøldið 23. feb. kl. 19:30
Møti við Sverra Steinhólm.
Oddmar og Sonny syngja.
Innsavnan til Kirkjuliga Missiónsfelagið.

Leygarkvøldið 24. feb. kl. 19:30
Møti við Silas Olofson.
Dávur á Reynatrøð og Tummas Martin Jacobsen syngja.
Ung skipa fyri.

Sunnudagin 25. feb.
Kl. 12:00
Guðstænasta v/ altargongd við Ova Brim, presti.
Sunnudagsskúli í kirkjukjallaranum.
Kl. 18:00
Møti við Ova Brim, presti.
Bethaniakórið syngur.
Innsavnan til nýtt missiónshús.

 

Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus
er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti
hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur;

Róm. 10, 9.