Missiónsvikan í Leirvík 2019

Í døgunum 20. til 27. januar, er missiónsvika í Leirvík. Evnið fyri missiónsvikuna er: “Jesus segði: Eg eri lívsins breyð” (Jóh. 6, 35).

Skrá:

Sunnudagin 20. jan. kl. 17:00
Familjumøti við Jastrid á Dalbø.
Aftaná verður náttverði og í tí sambandi, verður hvørt húski biðið um at taka eitt fat við smurdum breyði við, ið áleið svarar til tað, tey eta. Ætlanin er at seta øll føtini á boðrini til eina felags máltíð.

Mánakvøldið 21. jan. kl. 19:30
Bøn og lovsangur.

Týskvøldið 22. jan. kl. 19:39
Evni: So sigur Harrin – Bíblian, uppruni og myndugleiki.
Talari: Øssur Kjølbro.
Sangur: Bethaniakórið úr Gøtu.

Mikukvøldið 23. jan. kl. 19:39
Evni: Títt orð er ein lykt – Bíblian í gerandisdegnum.
Talari: Pól Johannesen.
Sangur: Petur Hand og Jónhild við bólki.

Hóskvøldið 24. jan. kl. 19:30
Evni: Náðievnini – Hvar finna vit kraftina?
Talari: Jógvan Højgaard.
Sangur: KFUM&K-kórið úr Klaksvík.

Fríggjakvøldið 25. jan. kl. 19:30
Evni: Eg eri vegurin, sannleikin og lívið.
Talari: Alfred Olsen.
Sangur: Jórun Pólsdóttir og Jan Jacobsen.
Serstøk skrá fyri børnini.

Leygardagin 26. jan.
Kl. 10:00
Bíbliutími við Snorra Brend.
Evni: Fyrigeving.
Kl. 19:30
Møti við Mariann D. Poulsen.
Evni: Tey tvey húsini – Hvat grundarlag byggir tú á?
Sangur: Oasubrøður.
Innsavnan til Kirkjuligu Heimamissiónina.
Serstøk skrá fyri børnini.

Sunnudagin 27. jan.
Kl. 11:00
Gudstænasta við altargongd.
Anne Mette Greve, prestur.
Prædika: Tummas Kannuberg.
Kl. 13:30
Sunnudagsskúli.
Kl. 18:00
Møti við Símun P. Jacobsen.
Evni: Synd og náði – Syndadýpið, fría náðin og æviga vónin.
Sangur: Kórið Vón – Erla, Bárður og Asta Sofía.
Innsavnan til Missiónshúsið.
Serstøk skrá fyri børnini.

Bønarmøti er í stovuni í kjallaranum hvørt kvøld ½ tíma áðrenn møtið.
Møguleiki er fyri forbøn og samtalu.
Drekkamuður verður aftaná hvørt møti.
Sunnukvøldið 27. jan. verður boðið til nátturða aftaná møtið.

Sunnukvøldið 27. jan. verður einki møti í Gøtu. Víst verður til missiónsvikuna í Leirvík.