Øll tiltøk avlýst fram til 14. apríl
Vísandi til framhaldandi kunningina frá myndugleikunum, skulu vit boða frá, at øll tiltøk hjá Missiónshúsinum í Gøtu eru avlýst fyribils fram til 14. apríl.
Latum okkum øll minnast til tey, sum eru rakt av Coronasmittuni í bønum okkara.
Ein heilsan við Filippibrævið 4, 6:
Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk.
Vinarliga,
Stýrið fyri Missiónshúsið í Gøtu.
