Páskaheilsan

Páskaheilsan frá missiónshúsinum.

Í ár sluppu vit ikki á missiónsviku, sum vit annars plaga í februar. Stýrið valdi ikki at hava missiónsviku í ár vegna farsóttina. Harafturímóti høvdu vit trý ógvuliga gevandi sunnukvøldsmøti við Silasi Olofson.

Nú standa páskirnar fyri durum, og har hava vit tey seinastu árini havt páskamøtirøð saman við missiónsarbeiðinum í Leirvík. Av ymiskum orsøkum er hetta eisini dottið niðurfyri í ár. Ein orsøk hevur verið, at vit í stýrinum hava fingist við at gjørt gólvið á ovaru hædd í nýggja missiónshúsinum liðugt og at lagt hita í alt húsið. Hetta eydnaðist nú til páskar.

Av tí sama verður einki møti í kirkjukjallaranum á páskum. Víst verður til Leirvíkar, Fuglafjørð og Klaksvíkar.

Pálmasunnudag vóru konfirmatiónir her í økinum, og vit vilja frá missiónshúsinum ynskja konfirmantunum hjartaliga til lukku við degnum við heilsu úr hesum sálmaørindi eftir H.A. Djurhuus:

“Nú barnastrekkið er farið,
og aftur latin er grind,
tú gongur úr girdum garði
út í tann várliga vind,
og tað skalt tú, ungdómur, vita,
vit fyri tær droyma ein dreym
um summar og sólarhita
og ferð yvir eydnunnar streym!”

(Sálmabókin nr. 366, ø. 3)

Við hesi páskaheilsan vilja vit í missiónshúsinum heita á øll um at fara í kirkju og á møti, hesa ferð aðrastaðni enn í kirkjukjallaranum, fyri at uppliva kensluna av líðing, deyða og uppreisn Jesusar. Tað barn, sum Jesaja profeteraði um, er ikki bert føtt, men er Harri. Ein serstakur Harri, sum hevur megi yvir deyðanum og sum elskar okkum menniskju so nógv, at hann gjørdist tænari og ofraði seg fyri okkum.

Gleðiligar páskir!