Loading Events
  • Hetta tiltakið hevur verið.

Felags Christmas Child Møti í Filadelfia

Felags Christmas Child møti fyri Bethania og Filadelfia verður í Filadelfia.

Høvið verður at lata skógvaeskju inn til Christmas Child og øll eru vælkomin til nátturða aftaná møtið.

Sum nakað nýtt, so fer ein eskja at standa í kirkjukjallarinum, so um tú ikki hættar tær at gera eina heila eskju til Christmas Child, men hevur okkurt heimabundið ella onkran góðan lut at lata, so kanst tú lata lutin í stóru eskjuna i kjallaranum, so gera ella finna vit eina eskju at lata lutin í. Vit takka fyri alt, sum kemur inn.

Faldarar við fleiri upplýsingum, um hvat kann latast í eskjurnar o.s.fr., liggja í kirkjukjallaranum.

Tíð

Dato
18/10/2019
Klokkan
18:00 - 19:30
Bólkur: