Sunnudagsskúlin byrjar aftur eftir summarsteðg.
Aftaná sunnudagsskúlan fara vit hava eina hugnaløtu í kirkjukjallarinum (um viðrar, vera vit uttandura). Grillirnar verða tendraðar eftir kirkjutíð, uml. kl. 12:15. Vit hava saft, einnýtisservisu, ketsjupp, sinnop og leyk. Tit taka tað við, sum tit ynskja at grilla.
Yngri sum eldri eru hjartaliga vælkomin!

