Vælkomin á missiónsviku 18. til 25. februar
Møtini verða í kirkjukjallaranum við Gøtugjógv. Bønarløta er hálvan tíma áðrenn møtini.
Drekka er eftir hvørt møti (nátturði verður báðar sunnudagarnar).
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Skrá fyri møtini:
Sunnudagin 18. feb. kl. 16:00
Familjumøti við Siri og Martin í Grund.
Tey greiða frá teirra túri við Logos Hope.
Nátturði eftir møtið.
Týskvøldið 20. feb. kl. 19:30
Møti við Marius Jacobsen.
Kórið í Leirvíkar Missiónshúsi framførir.
Mikukvøldið 21. feb. kl. 20:00
Føstuguðstænasta við Hanus á Gørðum.
Hóskvøldið 22. feb. kl. 19:30
Møti við Ólavur Jacobsen.
Magni Christiansen og Húsakórið í Vestmanna framføra.
Fríggjakvøldið 23. feb. kl. 21:00
Møti við Alfred Olsen.
Asta Sofía og Dávur framføra.
Leygarkvøldið 24. feb. kl. 19:30
Møti við Pól Johannesen.
Mikkelsen-systkini av Skála framføra.
Sunnudagin 25. feb.
Kl. 11:00
Altargongdsguðstænasta við Øssur Kjølbro.
Sunnudagsskúli verður í kirkjukjallaranum.
Kl. 18:00
Møti við Ova Brim.
Gøtu Gospelkór framførir.
Innsavnan til nýggja missiónshúsið.
Nátturði eftir møtið.
So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi.
Róm. 8, 1.
