Kyknubólkar
Sum tosað varð um áðrenn summarið, er ætlanin at fara undir at gera kyknubólkar. Ætlanin er at byrja uppá hetta einaferð í september og nú ber til at melda seg til.
Til ber at lesa meir um hvat ein kyknubólkur er og at melda seg til við at trýsta á knøttin niðanfyri.
Dagføring: Kyknubólkarnir byrja týskvøldið 18. september kl. 18:00 heima hjá Mats og Helenu (Geytagøta 33)! Tak mat við, so tað passar umleið til tína familju (til sjálvtøkuborð).
