Samskipan av sjálvbodna arbeiðnum

Nú eru áleið tveir mánaðir síðani sjálvbodna arbeiðið í nýggja missiónshúsinum av álvara byrjaði og arbeiðið hevur hilnast væl higartil.

Eingin føst skrá er fyri nær arbeitt verður, men útgangsstøðið er, at arbeitt verður hvørt gerandiskvøld og leygardag, um veðrið er til vildar.

Nú byrja dagarnir at styttast. Tí hevði verið gott, at fingið so nógv frá hondini sum gjørligt, áðrenn tað myrknar so skjótt, at ikki ber til at arbeiða um kvøldarnar.

Nýliga varð ein facebook-bólkur stovnaður, “Bethania – tiltaksfólk”, ið er ætlaður teimum, ið vilja hjálpa til við sjálvbodna arbeiðnum í nýggja missiónshúsinum og við tiltøkum annars. Trýst HER fyri at vitja bólkin. Tó eru tað ikki øll, ið dagliga arbeiða í nýggja missiónshúsinum, ið hava facebook, so hóast eingi boð eru komin út á bólkin, kann væl vera at arbeitt verður allíkavæl.

Vit eru sera takksom fyri tað stóra arbeiðið, ið higartil er gjørt!

Um tú hevur tíð og møguleika at hjálpa til, ert tú meira enn vælkomin framvið.