PODAS 1 í kirkjukjallaranum í Gøtu
Spennandi PODAS 1-skeiðið verður í kirkjukjallaranum í Gøtu. Skeiðið er útsett 1 viku og byrjar mánakvøldið 1. oktober (sí nærri á myndini niðast).
PODAS skrivar soleiðis á teirra facebook-síðu:
“Ynskir tú at vita meira um kristnu trúnna og at fylgja Jesusi sum Harra og Frelsara, so er PODAS lærusveinaskúlin kanska nakað fyri teg.
Vælkomin til PODAS lærusveinaskúlan!
Hetta skúlaárið er tað fyrsta av trimum, sum ein kann taka. Ein kann velja bara hetta fyrsta árið.
Evni, sum verða viðgjørd: Boðini, trúarorðini, Faðirvár, bøn, bíbliulestur, sakramentini, óndskapur, missión, tænasta, sjálvleiðsla, Guds leiðsla, at vaksa í náðini og at vera Jesu lærusveinur.
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna frá september 2018 til apríl 2019.
Prestar, trúboðarar og onnur undirvísa um innihaldið í kristnu trúgv okkara.
Lærusveinaskúlin PODAS Ekklesias hevur longu virkað í Føroyum og í Danmark í 10 ár.
Podas merkir “føtur” á grikskum og vilja vit læra at sita og lurta við Jesu føtur og at tæna við næstans føtur. Ekklesias merkir “kirkju”. T.v.s. “Kirkjuføtur”.
Nøkur 100 menniskju í øllum aldri hava tikið lut – og kynsbýtið hevur verið javnt.
Málið við skúlaárinum: At vera Jesu lærusveinur og at taka ábyrgd av sær sjálvum.
Innihaldið: Kristna læran, nýggja lívið, kirkjunnar missión og andalig leiðsla.
Visjónin hjá PODAS: At síggja kvinnur og menn vaksa alt lívið í Jesu Krists náði, so at tey elska Gud og næsta sín.
TILMELDING & LUTTØKUGJALD
Send teldupost til Berg D. Joensen, sóknarprest, bergur@kirkjan.fo
Upplýs fult navn, starv, føðingardag, fartelefonnr. og teldupostadressu.
LUTTØKUGJALD – fyri bøkur o.a. Kr. 2.500 fyri einstaklingar og kr. 3.500 fyri pør.
Vit geva avsláttur um ynskiligt, og til bera at gjalda í pørtum.
Er hetta júst nakað fyri teg, so er at melda til beinanvegin – gott við skjótari tilmelding!
Eru spurningar: Ver vælkomin at seta tykkum í samband við Berg D. Joensen ella leiðararnar.”
Trýst á myndina fyri at gera størri:
