Møti við Soboka, presti, úr Etiopia

Hóskvøldið 4. oktober klokkan 20.00 verður bíbliutími/møti í kirkjukjallaranum í Gøtu, har presturin Soboka úr Etiopia kemur at tala. Soboka er á vitjan hjá missiónsfelagsskapinum Tæn Afrika, ið samstarvar við Mekane Yesus kirkjuna í Etiopia um fleiri verkætlanir.

Høvi verður at lata eina gávu til arbeiðið hjá Tæn Afrika.

Øll eru hjartaliga vælkomin.