Arbeiðsdagur í nýggja missiónshúsinum
Leygardagin 2. apríl verður arbeiðsdagur í nýggja missiónshúsinum!
Byrja verður kl. 09:00 við morgunmati og andakt og síðani verður farið til verka! Ábit verður eisini á døgurða.
Ætlanin er at pláta veggir, reinsa vindeygu, rudda, revla til loftið, forbinda vatn/kloakk, bjálva og klæða (um viðrar) og ymiskt annað fyrifallandi.
Brúk er fyri øllum kreftum – kvinnum og monnum, yngri sum eldri!
Vónandi møta vit mannsterk!
