Stuðulstiltak fyri nýggja missiónshúsinum
Leygardagin, 14. mai kl. 12:00-15:00, verður stuðulstiltak fyri nýggja missiónshúsinum. Tiltakið verður við kantinuna á fiskavirkinum í Norðragøtu.
Á skránni verður millum annað kondibingo og bilvask.
Kaffi, te, nýbakaðar vafflur, súltutoy, breyð og smáar leikur, ið sunnudagsskúlabørn hava gjørt, fæst til keyps.
Peningurin fer óskerdur til nýggja missiónshúsið.
Vit síggjast!
