Arbeiðsdagur

Leygardagin, 28. mai, verður aftur arbeiðsdagur í nýggja missiónshúsinum!
Byrja verður aftur kl. 09:00 við morgunmati og andakt og síðani verður farið til verka! Ábit verður eisini kl. 12:00.
Ætlanin er at gera loftskonstruktión, gera ventilatión, pláta vesir, seta vesikummur upp, flyta úthurðar út, rudda, vaska vindeygu, avslutta timburklædningin, pláta ventilatiónsrúm, leggja brúksvatn og hita og ymiskt annað fyrifallandi.
Brúk er fyri øllum kreftum – kvinnum og monnum, yngri sum eldri!
Vónandi møta vit mannsterk!