Dópsfrálæra 12. apríl við Ova Brim
“Eg doypi teg til navns faðirsins og sonarins og heilaga andans. Amen.” Hesi orð er kirkjufólkið vant við at hoyra. Men hvør er dópsins gáva? Hvat verður rætt okkum í dópinum? Og hvussu er við trúnni? Er hon neyðug?
Til tess at svara slíkum spurningum, skipar Ovi Brim, prestur, fyri dópsfrálæru við heitinum: Ein luthersk dópsáskoðan.
Tað verður hóskvøldið 12. apríl kl. 20.00 í kirkjukjallaranum.
Kvøldið er væntandi liðugt kl. 22.00. Bíbliutímin í kapellinum verður tískil avlýstur hetta kvøldið.
Vælkomin øll!
– Tí at tit, so mong sum eru doypt til Krists, tit hava íklæðst Krist. Gal 3,27
