Spennandi familjumøti sunnudagin 10. juni
Sunnudagin 10. juni kl. 18 verður spennandi familjumøti í kirkjukjallaranum.
Durita og Jens Olsen og døturnar Mary og Sára koma at greiða frá teirra upplivingum á Hawaii og í Afrika.
Innsavnan verður til frama fyri hjálpararbeiði.
Eisini verður kunnað um kyknubólkar.
Eftir møtið verður nátturði. Hvørt húski hevur smurt breyð við, ið svarar áleið til tað, tey eta. Síðani verður alt sett á borðið til eina felags máltíð.
Henda dagin verður eingin sunnudagsskúli, einki sunnukvøldsmøti og einki ungdómsmøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
