Familjutiltak í Gøtu skúla

Leygardagin 9. sep. frá kl. 14:00-17:00 skipar sunnudagsskúlin fyri familjutiltaki í Gøtu skúla.

Millum annað verður loppumarknaður við leikum og tingum, kondi-bingo, fiskubrunnur og bilvask.

Ókeypis at royna: blikkakast, svampakast og kasta ringar.

Eisini verður kafé, har kaffi, te, vaflur, toast, sunkist o.a. gott verður at fáa.

Pengarnir, sum koma inn, fara óskerdir til nýggja missiónshúsið.

Hugni fyri stór og smá! Kom og stuðla!

Øll eru hjartaliga vælkomin!