Hugnaløta við grilling

Sunnudagsskúlin byrjar aftur sunnudagin 20. aug. kl. 11:00.

Í hesum sambandi fara vit hava eina hugnaløtu í kirkjukjallarinum aftaná sunnudagsskúlan (um viðrar, vera vit uttandura). Grillirnar verða tendraðar eftir kirkjutíð, uml. kl. 12:15. Vit hava saft, einnýtisservisu, ketsjupp, sinnop og leyk. Tit taka tað við, sum tit ynskja at grilla.

Yngri sum eldri eru hjartaliga vælkomin!