Felags Christmas Child møti í Filadelfia

Fríggjadagin 18. oktober kl. 18, verður felags Christmas Child møti fyri Bethania og Filadelfia í Filadelfia.

Høvið verður at lata skógvaeskju inn til Christmas Child og øll eru vælkomin til nátturða aftaná møtið.

Sum nakað nýtt, so fer ein eskja at standa í kirkjukjallarinum, so um tú ikki hættar tær at gera eina heila eskju til Christmas Child, men hevur okkurt heimabundið ella onkran góðan lut at lata, so kanst tú lata lutin í stóru eskjuna i kjallaranum, so gera ella finna vit eina eskju at lata lutin í.
Vit takka fyri alt, sum kemur inn.

Faldarar við fleiri upplýsingum, um hvat kann latast í eskjurnar o.s.fr., liggja í kirkjukjallaranum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.