Stórmøti 2019 í høllini á Hálsi í Havn

Um vikuskiftið 25.-27. oktober verður Stórmøti í høllini á Hálsi í Havn . Evnið í ár er “Steðga á”.
Á skránni er ymiskt spennandi bæði til børn, ung og vaksin.

Millum annað fara børn í skúlaaldri at hugna sær í høllini hjá Fimi. Fríggjakvøld og leygarkvøld verða eisini ungdómstiltøk á skránni.

Øll møtini verða eisini stroymað beinleiðis á trubodin.fo. Til møtini verður møguleiki fyri samtalu/forbøn, umframt at stórt bókaborð verður.

Skráin fyri vikuskiftið kann síggjast HER.

Hetta vikuskiftið verður hvørki ungdóms- ella sunnukvøldsmøti í kirkjukjallaranum í Gøtu. Víst verður til Stórmøti.