Møtitíðin verður broytt

Í nógv, nógv ár, hava sunnukvøldsmøtini verið kl. 18:00, men komandi sunnudag, 17. november, royna vit nakað nýtt.

Í eini roynd at fáa fleiri ungar familjur á møti, verður møtið henda sunnudagin kl. 13.30. Hugsanin er, at fólk fyrst kunnu fara í kirkju/sunnudagsskúla og síðan á møti – uttan at fara heim ímillum. Hetta verður eitt púra vanligt møti og varðar í uml. 1 tíma og 15 min.

Eitt lætt ábit verður, áðrenn møtið byrjar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.