Gongur frammá við arbeiðnum

Aftaná nógva togan aftur og framm í fleiri ár, byrjaði byggingin av húsinum loksins í oktober 2016. Arbeiðið hevur hildið framm síðani, við undantaki av trimum vikum rundanum jólini, tí veðrið varð so ófantaligt. Tá ið mann hugsar um árstíðina, so halda vit at tað hevur gingið óføra væl. Niðara hæddin er liðug og ovara er komin nakað ávegis. Ætlanin er at húsið skal verða innilokað framm ímóti sumri.

At lata eitt tílígt hús byggja, er eitt stórt og tungt tak, tí hava vit sett okkum fyri at gera húsið í stigum og har er innilokingin tað fyrsta stigið, síðani er ætlanin at arbeiða sjálvboðið.

Vónandi fer tað ikki at ganga alt ov long tíð áðrenn húsið verður liðugt.

– Vit í stýrinum

Sí feiri myndir niðanfyri.