Ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini
Leygardagin 25. mars heldur Kirkjuliga Heimamissiónin ársmøti í Leguhúsinum í Nesvík. Í ár er dani gestatalari.
Heitið í ár er “Tí at so elskaði Gud heimin”, sum má sigast at vera kjarnin í kristna gleðiboðskapinum. Soleiðis verður ársmøtið eisini merkt av, at tað í ár eru 500 ár síðani luthersku reformatiónina.
Annars er fyrsta tiltakið á skránni longu fríggjakvøldið, tá eitt felagsungdómsmøti er. Tá talar danin Finn Aasebø Rønne um heimsmissión og nýggi bólkurin “Foundation” syngur.
Leygarmorgunin verður byrjað við pallborðsfundi um evnið “Hvat merkir tað at vera ein luthersk og kirkjulig rørsla anno 2017?” Seinnapartin verður greitt frá virkseminum hjá Heimamissiónini seinasta árið, og um kvøldið er møti. Tá talar Finn Aasebø Rønne aftur og Taborkórið syngur. Ársmøtið endar við lovsangsløtu leygarkvøldið.
Kelda: Trúboðin.fo
Sí fulla skrá í myndini niðanfyri.

