Ole-Magnus Olafsrud vitjar Føroyar

Norðmaðurin Ole-Magnus Olafsrud er kendur fyrilestrarhaldari, skeiðsundirvísari, sálarrøktari og rithøvundur, og evni hansara snúgva seg bæði um heimsmissión, trúboðan (evangelisering), fylgiskap (medvandring), relatiónir og hjúnalagið. Eitt av hansara sterku evnum er, hvussu góðar relatiónir við medmenniskju er besti vegur til at røkka tey við gleðiboðskapinum, og eitt annað tann góða samrøðan í hjúnalagnum. Hesi og fleiri evni tosar hann um í Føroyum.

Tað er Podas, sum hevur fingið vitjanina í lag, og hevur boðið Heimamissiónini at vera samvertur. Tiltøkini eru ókeypis, men høvi er at lata nakrar krónur til útreiðslurnar av tiltakinum.

Sí skrá fyri tiltøkini í myndini niðanfyri.

Ole-Magnus Olafsrud vitjar Føroyar