Sunnudagin, 29. november kl. 16:00, verður barnavinarlig guðstænasta í kirkjuni. Ovi Brim, prestur, prædikar. Vegna Covid-19 verður eingin drekkamuður, men børnini fáa pakka heim við. Barnakórið venur í kirkjukjallaranum kl. 15:30. Eingin sunnudagsskúli og einki sunnukvøldsmøti verður henda dagin.
Sunnukvøldið 22. november kl. 18, hevur Silas Olofson møti í kirkjukjallaranum. Innsavnan verður til arbeiðið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Í vikuskiftinum verða Stórmøtini stoymd beinleiðis á netinum, og vit fara at hyggja saman fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið í kantinuni á Fiskavirkinum. Fríggjakvøldið Kl. 19:30 – Stórmøti Evni: “Ver í Kristi”. Frits Thomsen talar. Jan og Jórun luttaka við sangi. Kl. 22:00 – Ungdómsløta Andrias Magnussen talar. Sangframførsla við Annu Lovisu & Tummas Paula Mýri. […]
Vegna útleigan av kirkjukjallaranum, verður eingin sunnudagsskúli og einki sunnukvølds- og ungdómsmøti sunnudagin 4. oktober.
Vegna útleigan av kirkjukjallaranum, verður eingin sunnudagsskúli og einki sunnukvølds- og ungdómsmøti sunnudagin 20. september.
