Í morgin, sunnudagin 17. mai, byrja vit aftur við sunnukvøldsmøti kl. 18:00. Vit fylgja øllum tilráðingum, bæði frá mynduleikunum og frá kirkjuni. Ungdómsmøti og sunnudagsskúlin byrja aftur 24. mai.
Vísandi til framhaldandi kunningina frá myndugleikunum, skulu vit boða frá, at øll tiltøk hjá Missiónshúsinum í Gøtu eru avlýst fyribils fram til 14. apríl. Latum okkum øll minnast til tey, sum eru rakt av Coronasmittuni í bønum okkara. Ein heilsan við Filippibrævið 4, 6: Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan […]
Øll tiltøk, so sum sunnudagsskúlin, ungdómsmøti og sunnukvøldsmøti, verða avlýst frá sunnudegnum 15. mars til og við sunnudagin 29. mars. Fyribils verða bønarmøtini hóskvøld sum vanligt kl. 19 í kapellinum. Vit kunnu øll biðja fyri teimum sjúku og at Corona- smittan skjótt verður av! Við heilsan, Stýrið fyri Missiónshúsið í Gøtu.
Møtini verða í kirkjukjallaranum við Gøtugjógv. Bønarløta er hálvan tíma áðrenn møtini. Drekka er eftir hvørt møti, har annað ikki er viðmerkt. Barnaansing verður leygarkvøldið 22. feb. og sunnukvøldið 23. feb. Møguleiki er fyri samtalu og forbøn fríggja-, leygar-, og sunnukvøldið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Skrá fyri møtini: Sunnudagin 16. feb. Kl. 12:00 Guðstænasta. Lestur. […]
Í døgunum 19. til 26. januar, er missiónsvika í Leirvík. Skráin fyri missiónsvikuna sæst HER. Sunnukvøldið 26. januar verður einki møti í Gøtu. Víst verður til missiónsvikuna í Leirvík.
