Møtirøð verður komandi trý sunnukvøldsmøtini um evnið: “Millum longu og ikki enn”; t.e. tíðin ímillum, at Jesus doyði fyri okkum, og at hann kemur aftur! Also tíðin, sum er júst nú. – 13. september talar Mats Jørgensen um “Gleði”! – 27. september talar Petur Martin Glerfoss. – 11. oktober talar Kartin Høgnesen. Øll eru hjartaliga […]
Í kvøld, sunnukvøldið 6. september, byrja vit aftur við sunnukvøldsmøti kl. 18:00. Vit fylgja øllum tilráðingum, bæði frá mynduleikunum og frá kirkjuni. Ungdómsmøtini byrja aftur 13. september.
Stýrið í Bethania fylgir tilmælunum frá kirkjuni við atliti til Covid-19. Sostatt eru øll tiltøk í Bethania í august avlýst.
Hvørt sunnukvøld kl. 18 er møti í kirkjukjallaranum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Hóskvøldsmøtini, ungdómsmøtini, YES-møtini og sunnudagsskúlin eru farin í summarfrí. Flestu av hesum byrja aftur í august, men kunnað verður um hetta seinni.
Sunnudagin 21. juni kl. 12:15-14:15, bjóða Bethania og Filadelfia til felagssunnudagsskúla í Sarpugerði. Á skránni verður søga, sangur, matur, spøl og kappingar. Eisini verður fótbóltsdystur millum FC Bethania og FC Filadelfia. Evnið: Jesus elskar øll menniskju! (Jóh. 3, 16) Øll eru hjartaliga vælkomin.
