Gott nýggjár og takk fyri brátt farna árið! Fasta skráin fer nú í gongd aftur í nýggja árinum. – Sunnukvøldið 5. januar verður møti kl. 18:00 við Frits Thomsen. – Hóskvøldið 9. januar verður hóskvøldsmøti í kapellinum við Torleif Justinussen. Gjøgnumgongd av Matteus kap. 9. – Sunnudagsskúlin og ungdómsmøti byrja aftur 12. januar, ávikavist kl. […]
Sunnudagin 29. desember kl. 18, verður árliga Jóla- og sjómansfestin í kirkjukjallaranum. Frits Thomsen av Skála hevur eitt orð og Kristian Martin Petersen úr Fuglafirði undirheldur. Nátturði og drekkamuður verður eisini at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Í nógv, nógv ár, hava sunnukvøldsmøtini verið kl. 18:00, men komandi sunnudag, 17. november, royna vit nakað nýtt.
Um vikuskiftið 25.-27. oktober verður Stórmøti í høllini á Hálsi í Havn . Evnið í ár er "Steðga á". Á skránni er ymiskt spennandi bæði til børn, ung og vaksin.
Fríggjadagin 18. oktober kl. 18, verður felags Christmas Child møti fyri Bethania og Filadelfia í Filadelfia. Høvið verður at lata skógvaeskju inn til Christmas Child og øll eru vælkomin til nátturða aftaná møtið. Sum nakað nýtt, so fer ein eskja at standa í kirkjukjallarinum, so um tú ikki hættar tær at gera eina heila eskju […]
