Møtini verða í kirkjukjallaranum við Gøtugjógv. Bønarløta er hálvan tíma áðrenn møtini. Drekka er eftir hvørt møti. Barnaansing verður leygarkvøldið 23. feb. og sunnukvøldið 24. feb. Øll eru hjartaliga vælkomin. Skrá fyri møtini: Sunnudagin 17. feb. Kl. 17:00 Familjumøti við Kristian Martin Petersen. Barnakórið á Strondum syngur. Nátturði verður eftir møtið. Kl. 20:30 Ungdómsmøti við […]
Í døgunum 20. til 27. januar, er missiónsvika í Leirvík. Evnið fyri missiónsvikuna er: “Jesus segði: Eg eri lívsins breyð” (Jóh. 6, 35). Skrá: Sunnudagin 20. jan. kl. 17:00 Familjumøti við Jastrid á Dalbø. Aftaná verður náttverði og í tí sambandi, verður hvørt húski biðið um at taka eitt fat við smurdum breyði við, ið […]
Sunnudagin 13. januar fara vit í gongd aftur! Tá verður: – Sunnudagsskúli kl. 12:00 – Møti kl. 18:00 – Ungdómsmøti kl. 20:30 Øll eru hjartaliga vælkomin!
Sunnudagin 21. oktober kl. 17, verður familjumøti. Elisabeth Poulsen fer at tala um evnið ‘Hvat er ein góð gáva’. Høvi verður at lata skógvaeskjur til Christmas Child. Aftaná verður nátturði. Øll eru vælkomin.
Sunnukvøldið 14. oktober kl. 20:30, verður ungdómsguðstænasta í Gøtu kirkju. Ovi Brim, prestur, prædikar og Jórun Pólsdóttir luttekur við sangi. Eisini verður altargongd. Øll — yngri sum eldri — eru hjartaliga vælkomin.
