Møti við Soboka, presti, úr Etiopia
Hóskvøldið 4. oktober klokkan 20.00 verður bíbliutími/møti í kirkjukjallaranum í Gøtu, har presturin Soboka úr Etiopia kemur at tala. Soboka er á vitjan hjá missiónsfelagsskapinum Tæn Afrika, ið samstarvar við Mekane Yesus kirkjuna í Etiopia um fleiri verkætlanir. Høvi verður at lata eina gávu til arbeiðið hjá Tæn Afrika. Øll eru hjartaliga vælkomin.
PODAS 1 í kirkjukjallaranum í Gøtu
Spennandi PODAS 1-skeiðið verður í kirkjukjallaranum í Gøtu. Skeiðið er útsett 1 viku og byrjar mánakvøldið 1. oktober (sí nærri á myndini niðast). PODAS skrivar soleiðis á teirra facebook-síðu: “Ynskir tú at vita meira um kristnu trúnna og at fylgja Jesusi sum Harra og Frelsara, so er PODAS lærusveinaskúlin kanska nakað fyri teg. Vælkomin til […]
Samskipan av sjálvbodna arbeiðnum
Nú eru áleið tveir mánaðir síðani sjálvbodna arbeiðið í nýggja missiónshúsinum av álvara byrjaði og arbeiðið hevur hilnast væl higartil. Eingin føst skrá er fyri nær arbeitt verður, men útgangsstøðið er, at arbeitt verður hvørt gerandiskvøld og leygardag, um veðrið er til vildar. Nú byrja dagarnir at styttast. Tí hevði verið gott, at fingið so […]
Kyknubólkar
Sum tosað varð um áðrenn summarið, er ætlanin at fara undir at gera kyknubólkar. Ætlanin er at byrja uppá hetta einaferð í september og nú ber til at melda seg til. Til ber at lesa meir um hvat ein kyknubólkur er og at melda seg til við at trýsta á knøttin niðanfyri. Dagføring: Kyknubólkarnir byrja týskvøldið […]
Sunnudagsskúlin og ungdómsmøtið byrja aftur
Sunnudagin 26. august verða fyrsti sunnudagsskúlin og fyrsta ungdómsmøti eftir summarsteðgin. Sunnudagsskúlaárið byrjar kl. 11:00 við barnavinarligari guðstænastu. Ungdómsmøti verður í kirkjukjallaranum kl. 20:30, har andakt, sangur, spurnarkapping og drekka verður.