Nú byrjar sjálvbodna arbeiðið av álvara í nýggja missiónshúsinum! Vit møtast í morgin, mánadagin 16. juli, kl. 18:00. Brúk er fyri øllum kreftum, so MØTIÐ FJØLMENT!
Sunnudagin 24. juni kl. 12:30-15:00, hava Bethania og Filadelfia felagssunnudagsskúla á vøllinum í Sarpugerði. Á skránni verður bíbliusøga, felagssangur, spøl, matur og drekka, steypadystur (Bethania móti Filadelfia). Øll eru hjartaliga vælkomin.
Hóskvøldið 21. juni kl. 20:00, verður møti við fólki frá Norea Radio úr Noreg, í kirkjukjallaranum. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Sunnudagin 10. juni kl. 18 verður spennandi familjumøti í kirkjukjallaranum. Durita og Jens Olsen og døturnar Mary og Sára koma at greiða frá teirra upplivingum á Hawaii og í Afrika. Innsavnan verður til frama fyri hjálpararbeiði. Eisini verður kunnað um kyknubólkar. Eftir møtið verður nátturði. Hvørt húski hevur smurt breyð við, ið svarar áleið til […]
“Eg doypi teg til navns faðirsins og sonarins og heilaga andans. Amen.” Hesi orð er kirkjufólkið vant við at hoyra. Men hvør er dópsins gáva? Hvat verður rætt okkum í dópinum? Og hvussu er við trúnni? Er hon neyðug? Til tess at svara slíkum spurningum, skipar Ovi Brim, prestur, fyri dópsfrálæru við heitinum: Ein luthersk […]
