Nakað av virkseminum hjá Bethania er farið í summarsteðg. Hóskvøldsmøtini, ungdómsmøtini og sunnudagsskúlin eru farin í summarsteðg. Hóskvøldsmøtini byrja aftur 5. august. Ungdómsmøtini og sunnudagsskúlin byrja, eftir ætlan, aftur 22. august. Sunukvøldsmøti er tó hvørt sunnukvøld kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Páskaheilsan frá missiónshúsinum. Í ár sluppu vit ikki á missiónsviku, sum vit annars plaga í februar. Stýrið valdi ikki at hava missiónsviku í ár vegna farsóttina. Harafturímóti høvdu vit trý ógvuliga gevandi sunnukvøldsmøti við Silasi Olofson. Nú standa páskirnar fyri durum, og har hava vit tey seinastu árini havt páskamøtirøð saman við missiónsarbeiðinum í Leirvík. […]
Í sambandi við møtini hjá Silasi Olofson 21. februar, 28. februar og 7. mars 2021, savna vit inn til arbeiðið hjá Silasi og familjuni í Mongolia. Á møtunum vísa vit á eina konto, sum er: 9865-414.050.2 Vit siga takk fyri eina góða gávu! Silas er sendur út av Kirkjuliga Missiónsfelagnum.
Missiónsvikan, sum skuldi verða 16.-21. februar, er avlýst vegna galdandi tilmæli. Sunnukvøldsmøti verða tó sum vant.
Missiónsvika er í Leirvík í hesum døgum. Av tí sama, verður einki sunnukvøldsmøti í kirkjukjallaranum í annaðkvøld, sunnukvøldið 24. januar. Víst verður til møtið í Leirvík. Vegna Koronu, verða møtini stroymd á Facebook. Í kvøld, 23. januar kl. 20, talar Kristian á Reynatrøð um evnið: “Avdúkaður”. Emma, Asta Sofía og Dávur framføra. Møtini síggjast á […]
