Sunnukvøldsmøtini byrja aftur
Loksins verður aftur farið undir at hava sunnukvøldsmøtir. Møti verður í kvøld, sunnukvøldið 23. januar, kl. 18. Andras S. Biskopstø hevur møtið. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Heilsan frá missiónshúsinum
Hey øll somul, gott nýttár og tøkk fyri tað gamla! Nú er langt síðani vit kundu samlast og hava møti og hetta sær næstan soleiðis út, at hetta bara heldur fram. Vit mugu biðja fyri at vit øll hava tað gott og at vit skjótt kunnu samlast aftur. Tó er ein glotti hetta vikuskiftið, har […]
Alt virksemi framvegis avlýst
Tá kirkjan avlýsir, so avlýsa vit eisini øll tiltøk hjá missiónshúsinum í kirkjukjallaranum. Talan er um sunnudagsskúlan, sunnukvøldsmøti og ungdómsmøti. Vit lesa og biðja har vit eru stødd! Jesuspápi veri hjá okkum øllum!
Alt virksemi avlýst 31. oktober
Vit vilja fylgja almennu tilmælunum og avlýsa tí alt virksemi hjá okkum sunnudagin 31. oktober. Vónandi kunnu vit skjótt savnast aftur, um Guds orð. Tíðarfreistin at lata skógvaeskju inn til Christmas Child átakið, er flutt til 14. november. Skógvaeskjurnar kunnu latast inn hjá Reigun Hammer, Hannu Skorastein og Anniku Gleðisheygg.
Kunning viðvíkjandi Covid-19
Nú latið er meiri upp í sambandi við koronatilmælini, so upplýsir kirkjuráðið, at nú verður aftur farið í kirkju sum fyrr. Tað er, at sunnudagsskúlabørnini møta í kirkjuni og eftir sangin fyri prædikuna, fara tey niður í kjallaran á sunnudagsskúla, júst sum tað var fyrr. Ungdómsmøtini kunnu eisini verða sum fyrr. Sunnukvøldsmøtini kunnu verða sum […]