Summarsteðgur
Sum nakað nýtt gera vit eina roynd við at hava ein steðg í møtiskránni í seinnu helvt av juli-mánað. Hetta vil siga at eingi møtir verða 17. juli, 24. juli og 31. juli. Byrjað verður aftur 7. august. Hóskvøldsmøtini, GLÓÐ, Y.E.S. og sunnudagsskúlin eru eisini í summarfrí. Lýst verður seinni nær hesi byrja aftur. Guðs […]
Arbeiðsdagur
Leygardagin, 28. mai, verður aftur arbeiðsdagur í nýggja missiónshúsinum! Byrja verður aftur kl. 09:00 við morgunmati og andakt og síðani verður farið til verka! Ábit verður eisini kl. 12:00. Ætlanin er at gera loftskonstruktión, gera ventilatión, pláta vesir, seta vesikummur upp, flyta úthurðar út, rudda, vaska vindeygu, avslutta timburklædningin, pláta ventilatiónsrúm, leggja brúksvatn og hita […]
Stuðulstiltak fyri nýggja missiónshúsinum
Leygardagin, 14. mai kl. 12:00-15:00, verður stuðulstiltak fyri nýggja missiónshúsinum. Tiltakið verður við kantinuna á fiskavirkinum í Norðragøtu. Á skránni verður millum annað kondibingo og bilvask. Kaffi, te, nýbakaðar vafflur, súltutoy, breyð og smáar leikur, ið sunnudagsskúlabørn hava gjørt, fæst til keyps. Peningurin fer óskerdur til nýggja missiónshúsið. Vit síggjast!
Arbeiðsdagur í nýggja missiónshúsinum
Leygardagin 2. apríl verður arbeiðsdagur í nýggja missiónshúsinum! Byrja verður kl. 09:00 við morgunmati og andakt og síðani verður farið til verka! Ábit verður eisini á døgurða. Ætlanin er at pláta veggir, reinsa vindeygu, rudda, revla til loftið, forbinda vatn/kloakk, bjálva og klæða (um viðrar) og ymiskt annað fyrifallandi. Brúk er fyri øllum kreftum – […]
Missiónsvikuskifti 2022
Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin verður missiónsvikuskifti. Lítil drekkamuður er eftir hvørt møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Skráin: Fríggjakvøldið 11. feb. kl. 19:30 Møti við Ólavi Jacobsen. Kór við Magna Christiansen syngur. Leygarkvøldið 12. feb. kl. 19:30 Møti við Tummas Kannuberg. Oddmar og Sonny syngja. Sunnudagin 13. feb. Kl. 11:00 Altargongdsguðstænasta v/ Ova Brim, presti. Sunnudagsskúli […]