Norðmaðurin Ole-Magnus Olafsrud er kendur fyrilestrarhaldari, skeiðsundirvísari, sálarrøktari og rithøvundur, og evni hansara snúgva seg bæði um heimsmissión, trúboðan (evangelisering), fylgiskap (medvandring), relatiónir og hjúnalagið. Eitt av hansara sterku evnum er, hvussu góðar relatiónir við medmenniskju er besti vegur til at røkka tey við gleðiboðskapinum, og eitt annað tann góða samrøðan í hjúnalagnum. Hesi og fleiri […]
Leygardagin 25. mars heldur Kirkjuliga Heimamissiónin ársmøti í Leguhúsinum í Nesvík. Í ár er dani gestatalari. Heitið í ár er “Tí at so elskaði Gud heimin”, sum má sigast at vera kjarnin í kristna gleðiboðskapinum. Soleiðis verður ársmøtið eisini merkt av, at tað í ár eru 500 ár síðani luthersku reformatiónina. Annars er fyrsta tiltakið […]
Aftaná nógva togan aftur og framm í fleiri ár, byrjaði byggingin av húsinum loksins í oktober 2016. Arbeiðið hevur hildið framm síðani, við undantaki av trimum vikum rundanum jólini, tí veðrið varð so ófantaligt. Tá ið mann hugsar um árstíðina, so halda vit at tað hevur gingið óføra væl. Niðara hæddin er liðug og ovara […]
Møtini verða í kirkjukjallaranum við Gøtugjógv. Bønarløta er hálvan tíma áðrenn møtini. Tekniborð er til børnini og aftaná møtini er drekka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Skrá fyri møtini: Týskvøldið 21. feb. kl. 19:30 Møti við Regin Høgnesen. Sóley Biskopstø syngur. Mikukvøldið 22. feb. kl. 19:30 Møti við Sólrun Poulsen. Árni B. Petersen syngur. Hóskvøldið 23. […]
Í samband við, at tað í 2017 eru 500 ár liðin, síðani Martin Luther festi tær 95 tesurnar á dyrnar í Slottskirkjuni í Wittenberg og soleiðis legði lunnar undir reformatiónina, verður skipað fyri túri til Wittenberg í døgunum 10. – 15. mai. Tað er urguleikarin Símun Hammer, vegna kirkjuráðið í Gøtu, sum samskipar túrin. Símun […]
